Ynskir tú eitt arbeiði í summar?
Roðin søkir eftir summaravloysarum bæði innan røkt, reingerð og køk. Hevur hetta tín áhuga, send okkum eina umsókn.
Vit gleða okkum at hoyra frá tær!
- Góða upplæring
- Spennandi og mennandi gerandisdag
- Ávirkan á menningina av tænastum
- Góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
- Møguleika at seta tín dám á
- Góða upplæring
- Gott samanhald
- Góðar umstøður
- Arbeiði í dagtímum gerandisdagar
- Góða upplæring
- Spennandi og mennandi gerandisdag
- Nýggjar lekkrar arbeiðsumstøður
- Møguleika at seta tín dám á
Rokna tína løn her
Við at útfylla ynskta tímatalið um vikuna, kanst tú rokna út hvørja løn tú hevði fingið, sum feriuavloysari í Roðanum.
Útrokningin vísir grundlønina uttan 12% frítíðarløn og 15% í eftirløn.
*Lønarútrokningin er bert vegleiðandi. Størvini verða sett sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag og KAF / Fíggjarmálaráðið.
Um okkum
Runavíkar -, Nes – og Sjóvar kommuna – hava skipað javnbjóðis samstarv um heimatænastu og eldrarøkt v.m., sum við lóg varð flutt kommununum at umsita tann 1. januar 2015. Roðin umsitir økistænastuna í nevndu kommunum.
Mál okkara er støðugt at menna tænastuna og at ganga á odda, tá ræður um at veita teim, ið tørva, eina fjøltáttaða og dygdargóða tænastu – hetta í góðum samstarvi við brúkaran og avvarðandi hansara.